Saltkeyp verður GC Rieber Føroyar

Saltkeyp hevur í nógv ár, veitt góðskusalt úr Tunis til føroysku saltfiskavirkini, og tey seinnu árini, hevur fyritøkan eisini veitt salt til føroysku vegirnar. Fyri 5 árum síðani, fór Saltkeyp eisini undir at veita pakkitilfar, kálk og evnavørur til føroyska vinnulívið; hetta hevur eydnast heilt væl og verður ment leypandi. Saltkeyp hevur verið ein dóttirfyritøka hjá íslensku fyritøkuni Saltkaup úr Hafnarfirði, men nú hevur Saltkeyp skift eigarar, og er vorðið partur av norsku familjufyritøkuni GC Rieber úr Bergen. GC Rieber hevur yvir 140 ár á baki, er størsti veitarin av salti í Norðanlondum og hevur nú eisini víðka um sítt virksemi, við at keypa Saltkeyp, og harvið lati upp eina deild í Føroyum.
 
Nýggja navnið hjá Saltkeyp er tískil GC Rieber Føroyar, og virksemi kemur at halda fram ótarnað og óbroytt, so viðskiftafólkini koma ikki at merkja beinleiðis broytingar í virkseminum. GC Rieber Føroyar ynskir at halda fram við at veita góðsku vørur til føroyska vinnulívið, og miðja altíð fram ímóti, at hava eina høga tænastu til øll viðskiftafólk.
 
GC Rieber letur á hvørjum árið, ein fjórðing av yvirskotið sínum til GC Rieber Foundation, ið letur allan peningin til vælgerðandi endamál. GC Rieber Foundation hevur yvir 90 ár á baki, og bert seinastu 20 árini, hevur GC Rieber Foundation lati yvir 200 mió. norskar krónur til ymiskt vælgerðandi. GC Rieber familjan og fyritøkan, hava eitt brennandi ynski um, at gera heimin til eitt betri stað, og tað eru vit í GC Rieber Føroyar sera errin av at vera ein partur av.    
 
”Okkara lyfti er, at økja um virðini, við at hava javnvág ímillum fíggjarligu styrkina, haldgóðu innanhýsis mentanina og við virðing fyri okkara umhvørvið”.