Privatlívspolitikkur

GC Rieber Føroyar hevur dátaábyrgd av upplýsingunum, sum vit savna um teg, og vit tryggja, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørdar sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.

Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónupplýsingar

Kontaktupplýsingar
Um tú ynskir at venda tær til okkum viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú gera tað fylgjandi:

GC Rieber Føroyar
Heiðavegur 19
FO-600 Satangará

Jens Chr. Olsen, Dátuverndarráðgeva/Compliance Officer
Tlf.: +298 784070
E-mail: [email protected]

Viðgerð av persónupplýsingum

Persónupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult at varðveita og halda møguligar avtalur.

 

Møguligir kundar
Um tú ynskir at verða kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar um teg:

  • Navn, telefonnummar og teldupost.

 

Persónupplýsingar um kundar verða savnaðar til fylgjandi endamál:

  • Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Heimilað áhugamál, sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað eftir reglunum er loyvið, og vit sletta tær, tá ið vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av hvørjar upplýsingarnar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum slettaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um møguligar kundar strikast 5 ár eftir at seinasta samskiftið var, ella um kundin biður um tað.

 

Kundar
Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupplýsingar frá tær:

  • Navn,
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur
  • Nummarplátan á bilin, sum heintar vøruna.


Persónupplýsingar um kundar verða samlaðar til fylgjandi endamál:

  • Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi til okkum

 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á “Avtala”, sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvi, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um kundar strikast 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði.

 

Veitarar og samstarvsfelagar
Um tú ynskir at verða veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónupp- lýsingar um teg:

  • Navn,
  • Bústaður
  • Telefonnummar
  • Teldupostur
  • V-tal
  • Kontonummar

 

Persónupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðar grundað á fylgjandi endamál:

  • Til viðgerð av okkara keypi/veitan
  • Fyrisiting av tínum sambandi við okkum

 

Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:

  • Viðgerðin verður gjørd grundað á “Avtala”, sbrt. §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

 

Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært reglugerðini er loyvið, og vit sletta tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.

  • Upplýsingar um veitaran strikast 5 ár eftir at kundasamstarvið og samskiftið endaði, og men longri um møgulig ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin.

 

Starvsumsóknir/umsøkjarar
Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av tí ávísa leiðaranum við tí endamáli, at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði. Okkara lógarheimild til viðgerðina av umsóknini er ”Heimilaðu áhugamál” sbrt. §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini

Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum, og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.

Persónupplýsingarnar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi: Samtykki, sbrt. §8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini

Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjari er funnin, og setannartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl slettað.

Tá ið talan er um óbidnar umsóknir, verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mestalagi 12 mánaðir, fyri síðani at verða slettað.

Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 12 mánaðir, skal biðjast um nýtt samtykki frá umsøkjaranum.

Títt samtykki er sjálvboðið, og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.

Aðrir upplýsingar um viðgerð

Trygd
Vit hava sett hóskandi tøknilig og bygnaðarlig tiltøk í verk fyri at tryggja, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólógliga ikki verða strikaðar, almmannakunngjørdar, burturblivnar, minka í virði, at nakar óviðkomandi fær hendur á tær, verða misbúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina. Dátuábyrgdarin tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar iflg. Dátuverndarlóginia § 7

Eftirlit við vakmyndatóli
Sum partur av trygdarfyriskipanini hjá umráðnum hjá GC Rieber í saltgoymsluni í Oyrareingum er eftirlitið við vakmyndatólum. GC Rieber tryggjar til eina og hvørja tíð, at brúkið av vakmyndatólunum er gjørd í sambandi við ásetingarnar í lógini.

Allar upptøkurnar goymast í 30, og síðani verða upptøkurnar strikaðar, um ikki annað krevur at hesar verða goymdar longur.

Dataminimering
Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónupplýsingar, sum eru neyðug í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað verða lógargivið, hvat slag av upplýsingum, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara handilsvirksemi. Tey ymisku økini av persónupplýsingar, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.

Dagførdar upplýsingar
Okkara tænasta er treytað av, at tykkara upplýsingar eru rættar og dagførdar, og vit biðja tykkum upplýsa okkum um týðandi broytingar í tínum upplýsingum. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri, at siga okkum frá, um broytingar á hesum øki, so syrgja vit fyri, at dagføra tína persónupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at upplýsingarnar ikki eru rættar, dagføra vit upplýsingarnar og geva tær boð um hetta.

Víðarigevan av upplýsingum
Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av upplýsingunum, herímillum veitarar av kt-loysnum. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna, og skulu ikki brúka tær til egið endamál

Vit brúka dataviðgerðar úr EU ella triðjalondum, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í ordan.

Tíni rættindi

  • Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst hvørjar upplýsingar vit viðgera um teg, hvar tað koma frá, og hvat vit brúka tey til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar, og fáa at vita, hvør fær upplýsingar um teg, í tann mun vit víðarigeva upplýsingar í Føroyum og uttanlands.
  • Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær upplýsingar, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó verða avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
  • Um tú heldur, at persónupplýsingar, sum vit viðgera um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa tey rættaðar. Tú skalt venda tær til okkum og upplýsa okkum um, hvar feilurin er, og hvussu tað kann rættast. Vit heita á teg, at verða neyvur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tínum rættingum.
  • Í summum førum, hava vit skyldu at sletta tínar persónupplýsingar. Tað geldur t.d., um tú tekur eitt eventuelt samtykki aftur. Um tú heldur, at tínar upplýsingar ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit heintaðu tær til, so kanst tú biðja um at fáa tær slettaðar. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur, at tínar persónupplýsingar verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rætsligum avtalum.
  • Tú hevur rætt til at senda eina klagu til dátueftirlitið (www.dat.fo)
    Dátueftirlitið
    Sigmundargøta 13
    Postboks 300
    FO-110 Tórshavn
    Tlf.: (+298) 309100
    Teldupostur: [email protected]
  • Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva tínar upplýsingar til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar her ovast til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimilda, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónupplýsingum.
  • Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er at tú ynskir at tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgda ella dátaviðgera
  • Vit strika tínar persónupplýsingar, tá tær ikki longur eru neyðugar til tað endamálið, sum tær vóru samlaðar til.

 

Tá ið tú vendir tær til okkum, við eini áheitan um at rætta ella sletta tínar persónupplýsingar, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella sletta upplýsingarnar so skjótt sum gjørligt.

Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum

 

Seinast dagført 22. november 2023